Um okkum

Stórbilar hevur røtur í drúgvum royndum innan viðlíkahald og tænastu til lastbilar.

Søgan

Við drúgvum royndum og serfrøðingum innan lastbilaviðlíkahald, bjóðar verkstaðurin hjá Stórbilar tænastu í serflokki.  Stórbilar varð stovnað í juni mánaða 2011, tá var navni PL-Stórbilar. Samstarvið millum partarnar sum Volvo verkstaður fór í gongd á heysti í 2010 tá táverandi Volvo umboðið lat aftur og tí høvdu Volvo lastbila- og busseigarar einki Volvo verkstað at senda sínar bilar á. Virksemi byrjaði í bygningum hjá Petur Larsen pf á havnarlagnum í Fuglafirði.  Tá Volvo Truck Danmark bjóðaði áhugaðum at gerast alment Volvo umboð í Føroyum bjóðu táverandi eigara seg fram og valdi Volvo Truck Danmark okkum at gerast umboð uppá Volvo lastbilar og bussar í Føroyum. Avtalað varð undirskrivað við Volvo Truck Danmark í mai 2011.  Stutt eftir at avtalan varð undirskrivað fluttu vit úr bygninginum hjá Petur Larsen í Fuglafirði til núverandi verkstað okkara í Hvalvík.  Við ársbyrjan 2018 keypti John Olsen PL-Stórbilar frá P/F Petur Larsen og Tórleif Nón og broytti navnið til Stórbilar.  Tann 8/2-2021 keyptu núverandi eigarar Stórbilar, tí John ynskti at brúka sína orku á øðrum stað.

Starvsfólk

Stórbilar er eitt stórtverkstað, og okkara styrki kemur frá okkara dugnaligu starvsfólkum, sum hvønn dag arbeiða fyri at tryggja, at okkara kundar fáa bestu tænastu og úrslit.


Finn okkum her


Adressa
Ennigøta 5. FO-640 Rituvík   
Telefon nummar
+298 765 765