Verkstaður
Við drúgvum royndum og serfrøðingum innan lastbilaviðlíkahald, bjóðar verkstaðurin hjá Stórbilar tænastu í serflokki.
Tænastur
Dygdargóðar loysnir til tín tørv
Viðlíkahald
Vit bjóða professionella viðlíkahaldstænastu, ið tryggjar, at títt akfar altíð er í toppstandi. Frá regluligum eftirliti til ábøtur, kunnu vit hjálpa við at forða fyri óvæntaðum trupulleikum og halda akfarið í bestu møguligu standi.
Umsýn
Stórbilar er eitt góðkent verkstað til umsýn. Hevur akfarið hjá tær verið til sýn og fingið nakrar krossar, kunnu vit hjálpa við at avgreiða teir og gera umsýnina fyri teg. Vit tryggja, at títt akfar er klárt til vegin!
Bremsifelt - Tryggar og álitandi bremsur
Bremsurnar eru eitt av týdningarmestu trygdarelementunum í tínum akfari. Vit bjóða professionella tænastu til bremsifelt, har vit kanna, umvæla og skifta bremsur eftir tørvi. Við okkara dygdargóðu arbeiði tryggja vit, at tú altíð koyrir trygt á vegnum.